Rasmus stygdi frensarnar

Við einum reinum hat-trick varð Rasmus Nielsen dagsins maður, tá hann og B71 sendu AB úr kappingini um Løgmanssteypið

B71-AB 4-0 (1-0):


Tað kann væl vera, at brasilski Clayton Soares er størsta álopsessið hjá B71. Men í gjár var tað Rasmus Nielsen úr Skopun, sum tók yvirskriftirnar.

Sum skilst, so var dysturin langt ífrá av teimum best spældu, og alt bendi eisini á ein málleysan fyrra hálvleik, tá Rasmus fyrstu ferðina tók sakina í egnar hendur. Hann trekti inn eftir vøllinum, og við einum fløtum skoti sendi hann bóltin í kassan til hálvleiksleiðsluna.

Og so var Rasmus annars av álvara tendraður til seinna hálvleik. AB royndi tó at hanga í, men 12 minuttir fyri leiklok var skopuningurin aftur upp á spæl. Símin Hansen sendi Rasmus avstað, áðrenn hesin úr spískum økti til 2-0, og løtu seinni var lyfti Gudmund Nielsen upp um verjuna, og so var Rasmus aftur fyrstur á.

AB hevði undan triðja málinum hjá Rasmusi sín besta møguleika, men tað gjørdist stólpin og út heldur enn inn. Og tá Clayton Soaresn stutt fyri dystarlok setti sítt merki á dystin, var tað bert ein staðfesting av einum sigri, ið helst var nakað nógv greiðari, enn Argjamenn hildu vera rættvíst.


B71-AB 4-0 (1-0)

1-0: Rasmus Nielsen, 45

2-0: Rasmus Nielsen, 72

3-0: Rasmus Nielsen, 78.

4-0: Clayton Soares, 88.