Í tvær vikur er Live aRt listafestivalurin á skránni á ymsum plássum kring landið. Live aRt er eitt tvørlistaligt tiltak, sum hevur til endamáls at skapa eitt forum millum ymisk fólk og ymiska list og millum okkum og útheimin.
Ein av teimum, sum hevur verið við til tiltakið er danin Rasmus Balstrøm. Hann fæst við sprey máling – onkur vildi kallað tað grafitti. Hann hevur ferðast víðahvar og setti spor eftir seg – og nú ger hann tað eisini í Føroyum.
Hann hevur spreyað eitt grafitti verk á ein vegg hjá Miðlahúsinum í Vágsbotni. Veggurin var eitt sindur merktur av spreymáling, og tí helt Rasmus Blstrøm, at hann tað sama kundi gera eitt ordiligt grafitti verk, og tað fekk hann loyvi til.
Jens Kristian Vang tók eina mynd av danska spreymálaranum og verkinum hjá honum á Miðlahúsinum.









