Rasmus Seebach við nýggjum lagi

- Tað verður tónleikur, sum hóskar væl til Rasmus Seebach. Tað lovar umboðsmaðurin hjá Seebach, Nikolaj Bundesen um nýggja staklagið hjá sangaranum, sum kemur á marknaðinum mánadagin.

 

Hetta sigur hann við eb.dk.

 

I Mine Øjne er heitið á sanginum, sum verður eitt av løgunum á nýggju fløguni, sum helst kemur áleið 17. oktobur.

 

- Tað er ein sangur, sum mamma Rasmus hevur givið íblástur til, sigur umboðsmaðurin.

 

Sjálvur sigur Rasmus Seebach, at lagið verður eitt av 12 á komandi fløguni .