Tað miseydnaðist í gjár. Men í dag sær tú til at hepnast at fáa Rasmus Seebach til Føroya.
Rasmus Seebach er í løtuni Kastrup og bíðar eftir at koma við til Føroyar. Hann kemur við næsta flogfarinum - og hann væntast at koma til Havnar um nátturðatíð.
Rasmus Seebach verður gestur í sendigini Hvonn Live sum verður send av Hvonn í kvøld, og seinni í kvøld skal hann spæla í høllini á Hálsi og umleið klokkan 02 í nátt verður hann á Rex.
Fyrireikararnir siga, at tey, ið hava keypt atgongumerki á www.ebillett.fo kunnu eisini brúka tey atgongumerkini, annars fáast atgongumeri dyrnar.