Rasmus Seebach: - Sjúkan hjá Gutta er órættvís

- Hetta var ein heilt serligur dagur, sum eg ongantíð fari at gloyma. Sjálvt um Gutti kanska er fjeppari av mær, so kann eg uttan iva siga, at eg eri enn størri fjeppari av Gutta, sigur Rasmus Seebach

13 ára gamli Gutti Eliassen hevur brúkt ein heilan fyrrapart saman við sínari stóru fyrimynd, sum er danski poppsangarin Rasmus Seebach. Gutti hevur eina sjáldsama eygnasjúku, sum ger, at sjónin versnar, inntil hann verður heilt blindur. 

Rasmus Seebach er hugtikin av føroyska Gutta, og tí bleiv hann valdur út at brúka ein dag saman við sær. Dagurin bleiv dokumenteraður á video, sum Rasmus Seebach nú hevur lagt út á facebooksíðu sína. Har sigur hann m.a.:

- Sjálvt um hann líkist einari lítlari rockstjørnu, so blívi eg keddur av, hvussu órættvíst tað skal vera fyri fitta Gutta. So tá mamma Gutta fortaldi mær um teirra missión um, at Gutti skal hava so nógvar feitar upplivingar, sum møguligt, meðan hann enn hevur sína sjón, so visti eg bara, at Gutti og eg skuldu hava ein dag saman og gloyma alt um keðiligar sjúkur.

- Hetta var ein heilt serligur dagur, sum eg ongantíð fari at gloyma. Sjálvt um Gutti kanska er fjeppari av mær, so kann eg uttan iva siga, at eg eri enn størri fjeppari av Gutta! sigur Rasmus Seebach.

Samanumtøka av degnum sæst í rørandi videobrotinum niðan fyri:

<iframe src="https://www.facebook.com/plugins/video.php?href=https%3A%2F%2Fwww.facebook.com%2FRasmusSeebach%2Fvideos%2F2564499876995695%2F&amp;show_text=0&amp;width=560" width="560" height="315" style="border:none;overflow:hidden" scrolling="no" frameborder="0" allowtransparency="true" allowfullscreen="true"></iframe>