Fyrrverandi miðverjin og hjálparvenjarin í HB heldur, at HB skal hava tol í uppspælinum, tá steypafinalan verður í dag klokkan 16 á Tórsvølli. Rasmus Nolsøe heldur, at HB hevur fleiri steingir at spæla uppá.
- HB hevur nógvar styrkir, men um eg skal peika á nakrar, so vil eg siga, at HB eru bólttryggir, bæði í uppspæli á egnari hálvu og á síðsta triðingi. Pressspælið situr væl og teir eru orkuríkir. Eisini hevur HB nógvar streingir at spæla upp á, har teir bæði skora uppá væl spæld álop, umstillingar, men so sanniliga eisini uppá langskot og deyðbóltar, sigur Rasmus Nolsøe.
Hvat er so veikleikin hjá HB?
- Eg haldi at ein veikleiki er, at teir ikki eru nóg tolnir í uppspælinum til tíðir. Teir taka ov skjótar avgerðir og føra bóltin fram ov tíðliga, sigur Rasmus Nolsøe.
Hvør er týdningarmiklasti spælarin hjá HB til finaluna?
- Adrian Justinussen! Hann plagar at trívast væl móti Víkingi. Annars hevur Teitur M. Gestsson verið ótrúliga týdningarmikil í nógvum dystum í ár, har hann hevur hildið HB í dystum við framúr bjargingum, sigur fyrrverandi hjálparvenjarin.
##med4##
Hvør er títt boð upp á ein steypa”jokara” hjá HB?
- Eg vóni so inniliga, at Tróndur Jensen og René S. Joensen fara at fáa ein serligan leiklut í finaluni, sigur Rasmus Nolsøe.
##med3##
Hvussu hevði tú sett liðið til finaluna?
HB (4-3-3) Teitur M. Gestsson – Heri H. Mohr, Bartal Wardum, Delphin Tshiembe, Daniel Johansen – Heðin Hansen, Mathias Nygaard, Dan í Soylu - Hilmar Leon Jakobsen, Mikkel Dahl, Adrian Justinussen
Hvat tippar tú?
Eg vænti at HB vinnur 3-1, sigur Rasmus Nolsøe.
##med2##
FM1 og In.fo hava beinleiðis frásøgn frá finaluni um Løgmanssteypið. FM1 Byrjar at senda klokkan 15. Á In.fo beinleiðis tekstfrásøgn í samstarvi við Dystir.fo. Seinni koma myndir, samanumtøkur og ljóðbrot á In.fo.