Hann er føddur í Leirvík 2. septembur í1949, sonur Kristinu og Jógvan Evald, sjómann og bónda í Uppistovu í Leirvík. Hann eigur eina systur, Marjun, gift við Bergi Nón úr Fuglafirði.
Rasmus fann sær konu úr heimbygdini, Sofíu, sum er dóttir Honnu og Klæmint Eliasen. Tey giftust 20. februar í 1971. Sofía starvast sum lærari í Leirvíkar skúla. Tey eiga børnini Jógvan, Hanus og Kristinu, og hava tey eisini havt systurdóttur Sofíu, Honnu til fosturs.
Rasmus fór í læru í 1964 hjá Bröður Petersen (Meka) í Fuglafirði.
Hjúnini fluttu, stutt aftaná tey vóru gift, til Havnar, har Sofía fór á Læraraskúlan og Rasmus arbeiddi á Tórshavnar Skipasmiðju. Síðani fluttu tey aftur til Leirvíkar - Sofía gjørdist lærarinna við Leirvíkar skúla, og Rasmus fór at arbeiða hjá Sigfríði Vørðhamar til í 1980, tá fór hann aftur í arbeiði hjá Brøður Petersen í Fuglafirði. Tey búðu fyrst í húsunum hjá Jákupi Oluf Langgaard í tvey ár, inntil tey bygdu sær egin hús í 1976. Rasmus gjørdist verkførari á lastbilaverkstaðnum hjá Brøður Petersen og helt fram í hesum arbeiði líka inntil 1994. Síðani 1994 hevur Rasmus arbeitt sum sýnsmaður hjá Akstovuni, og hevur hann her, eins og allastaðni har hann hevur verið, roynst álitismaður. Rasmus hevur havt Uppistovufestið í mong ár, men hevur tey seinastu árini havt uppisitara.
Um vikuskiftið bjóðaði Rasmus okkum norður á Gjáargarð, og hugnaðu vit okkum óført. Rasmus er burturstaddur á føðingardegnum.
Tillukku við teimum seksti!
Jógvan, Hanus, Kristina og Hanna við makum og børnum.