Tá ið Víkingur fyrrapartin setti kós ímóti Gibraltar, var tað uttan venjaran Jóhan Petur Poulsen. Hann hevur givið avboð. Ábyrgdarmaður fyri liðnum hjá Víkingi er hjálparvenjarin Rasmus Nolsøe. Rasmus hevur A-útbúgvingina, og hóast hann ikki enn hevur verið venjari í fremstu deildini, so hevur hann nógvar royndir í venjarayrkinum.
Rasmus var hjálparvenjari hjá HB og Sigfríði Clementsen í 2017, og hann var hjálparvenjari hjá Heimiri Guðjónsson, tá ið HB í 2018 og 2019 vann bæði FM og steypakappingina og luttók í europeisku meistarakappingini.
Víkingaferðalagið fór úr Føroyum í morgun. Mjørkin argaði, so ferðin úr Vágum og við kós móti París var ikki klokkan 9, men eitt sindur seinni. Ferðin til Fraklands gekk væl, og flogfarið lendi í øllum góðum í Charles de Gaulle lufthavnini. Nú klokkan 8 í kvøld verður flogið víðari úr Orly floghavnini og til Malaga í Spania, har Víkingur fer at halda til fram til hósdagin. Tá verður seinni dysturin í Europa Conference League kappingini ímóti Europa FC. Tað eru 136 kilometrar frá Malaga og til Gibraltar, og tíðin, sum tað tekur av koyra teinin, er umleið ein tíma og trý korter.
Mikudagin fer Víkingur at venja á graslíkisvøllinum í Gibraltar, ið er av tí gamla harða slagnum, sum vóru kendir í Føroyum fyri einum 30 – 35 árum síðani.
Víkingur vann hóskvøldið fyrra dystin 1-0 við rimmar frísparksmáli, sum Olaf Bárðarson skoraði.