Tríggir av teimum stóru, fólkakæru tónleikarunum í Norðurlondum, Rasmus Lybert frá Grønlandi, Hanus G. Johansen úr Føroyum og Bubbi Morthens úr Íslandi hittast á Frigg Festivalinum 9. og 10 mai.
Rasmus Lyberth er grønlendskur sangari, sangskrivari og sjónleikari. Hann hevur síðani sjeytiárunum verið ein tann mest vælumtókti sangarin á grønlendska tónleikapallinum. Hann hevur við rødd síni latið upp fyri grønlendskum tónleiki langt út um grønlendsku landamørkini, hóast hann í stóran mun syngur á sínum móðurmáli.
Í Føroyum hevur Hanus G. kultstatus. Maðurin við djúpu røddini er nógv virdur í føroyska samfelagnum. Hanus hevur skrivað eina ørgrynnu av vøkrum og tíðarleysum tónum til tekstir, hjá fleiri av okkara størstu yrkjarum.
Íslendski Bubbi Morthens hevur verið eitt tónlistarligt miðpunkt í fleiri áratíggju við vælskrivaðum protestsangum um tann kalda og kyniska heim, sum hóast alt hevur nógv góð menniskju í sær.
Íslendski Bubbi Morthens og grønlendski Rasmus Lybert fara at framføra við fullum bólki á Frigg Festivalinum, meðan Hanus G. fer einsamallur við sínum guitara á pallin í Kongens HavE.