Hey øll.
Eg boði hervið frá, at eg av persónligum ávum ikki longur kann spæla við í Makrel.
Eg vil takka hinum limunum í Makrel fyri samstarvið gjøgnum árini.
Eg takki somuleiðis okkara fjepparum fyri stuðulin.
Alt tað fagrasta,
Rasmus Rasmussen.
Soleiðis ljóða stuttu boðini, ið Føroya besti gittarleikari sambært AME, hevur skrivað. Hetta er ein stórur missur hjá Makrel, ið við serliga gittarspælinum hjá Rasmusi og messandi effektmanipuleraðu røddini hjá Ára Rouch er vorðin eitt stórt navn í føroyskum tónleiki.
Hvørjar ætlanirnar hjá Rasmusi eru framyvir er ógreitt. Tað hevur ikki borið til at fingið orð á Rasmus í morgun, men tað skilst, at tað er heilsustøðan, ið er orsøk til, at Rasmus nú gevst. Vónandi betrast heilsustøðan, so at hetta ikki er tað síðsta í vit hoyra frá hesum meistarliga gittarleikara. Heldur ikki er greitt, hvat hendur við Makrel, tí bólkurin hevði ikki fingið boðini, tá ringdu til teir í morgun. Sangarin Ári Rouch hevði onga viðmerking, tí hann einki visti um hetta. Makrel hevði Una R. Debess sum avloysara fyri Rasmus á konsertini, ið bólkurin spældi á Nordatlantisk Musikfestival í Keypmannahavn fyrr í heyst. Tá bar Rasmus seg undan av heilsuávum, eftir at hann hevði verið fyri ógvisligum ágangi og morðhóttanum fyri sína kynsligu sannføring.
Rasmus var við til at stovnað Makrel og hevur við sínum serliga gittarspæli skapt ljóðmyndina hjá Makrel, og tað er eingin ivi um, at hansara avgerð um at fara úr bólkinum, fer at hava stóra ávirkan á bólkin. Makrel er sprottin burtur úr bólkinum Happy?, ið Rasmus og fleiri av hinum makrelunum spældu í. Bólkurin luttók á Prix Føroyum og hevði eitt lag á fløguni Grótføroyskt, áðrenn Rasmus fór burturúr. Hann byrjaði í staðin í Diatribes, meðan Happy? helt fram við skiftandi gittarleikarum.
Makrel hevur givið 3 fløgur út, meðan Rasmus sum einstaklingur hevur givið eina fløgu út Implosive frá 2002.