Rasmus Rasmussen arbeiðir í løtuni við síni triðju fløgu sum einstaklingur, ið væntandi verður í handlunum fyri jól. Hann sigur á síni myspace síðu, at hann er komin á hálva leið við at gera løgini og væntar, at fløgan kemur út fyri jól.
Hann heldur, at enn er dekan ov tíðliga at siga hvussu fløgan fer at ljóða, men at døma eftir løgunum higartil, so vera hetta ein uppaftur róligari útgáva enn instrumentala útávan »Edelweiss«, sum Rasmus lat úr hondum í mars. Nýggja útgávan verður eisini instrumental, men hon hevur færri trummur og gittarin er meira fokus.