Rasmus Effersøe togast til Íslands

Íslendska sjóverjuskipið Týr er nú á veg til Reykjavíkar við føroyska trolaranum Rasmussi Effersøe upp á sleip undan Eysturgrønlandi Rasmus Effersøe bað mánakvøldið um hjálp, tí teir høvdu fingið maskinskaða. Íslensska bjargingartænastan gjørdi av at senda Týr at hjálpa, og roknað verður við, at skipini koma á Reykjavík sunnudagin, skrivar Vísir.

Rasmus Effersøe hevur verið hjálparskip hjá russiska rannsóknarskipinum Geo Arctic, sum ger seismikkroyndir undir Eysturgrønlandi.

Skipari á Rasmusi Effersøe hendan túrin er fyrrverandi løgtingsmaðurin Henrik Old.