Í dag eru 150 ár liðin síðani Rasmus Effersøe varð føddur, og tí var minnisløta við standmyndina av honum á Tinghúsvøllinum í Havn í dag Rasmus Christoffer Effersøe varð føddur í Trongisvági tann 30. mai 1857 og doyði í Tórshavn tann 23. mars 1916. Hann er kendur fyri sínar yrkingar, sum vóru bæði sálmar og sangir. Serliga eru fosturlandssangirnir kendir.
Rasmus Effersøe var framburðsmaður og var við í nógvum átøkum og við til at stovna ymisk feløg, sum í síni samtíð vórðu ætlað at bøta um samfelagsviðurskiftini. Eitt nú Sjúkrakassin og Havnar Avhaldsfelag.
Í samband við at tað í dag eru liðin 150 ár síðani, at Rasmus Effersøe varð føddur, var minnisløta við standmyndina av honum.
Har helt Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, eina stutta røðu, og legði eins og Edmund Joensen, løgtingsformaður, blómur við minnisvarðan.











