Rasmus C. Effersøe 150 ár:

Við grøvina hjá R.C. Effersøe

Mikudagin 30. mai vóru liðin 150 ár síðan Rasmus Christoffer Effersøe varð føddur. Í hesum sambandi var ein minnisløta við standmyndina av honum á Tinghúsvøllinum í Havn, har løgtingsformaðurin og borgarstjórin í Tórshavnar kommunu hilda røðu og løgdu blómur við standmyndina. Eisini var vitjað við grøvina hjá Rasmusi Effersøe í kirkjugarðinum við Velbastaðvegin, har blómur eisini vórðu lagdar.


Rasmus Effersøe var framburðsmaður og var við í nógvum átøkum og við til at stovna ymisk feløg, sum í síni samtíð vóru við til at bøta um samfelagsviðurskiftini, eitt nú Sjúkrakassan í 1886 og Havnar Avhaldsfelag í 1878. Hann var landbúnaðarráðgevi frá 1889 til 1916 og løgtingsmaður fyri Suðurstreymoyar valdømi frá 1897 til 1901.

Rasmus Effersøe varð føddur í Trongisvági tann 30. mai 1857 og doyði í Tórshavn tann 23. mars 1916.


Við grøvina hjá Rasmusi Effersøe, f.v. Jens Marius Poulsen, býráðsskrivari, Jákup Lindesskov, skrivari í eldraráðnum í Tórshavnar kommunu og formaður í Losjuni í Havn, Heðin Mortensen, borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, og Tórbjørn Mikkelsen, formaður fyri Felagsnevnd Fráhaldsfelaganna