Rasmus avgjørdi oddadystin

Neistin fekk bæði stigini við heim úr Hoyvík í dag

H71 tók í dag móti Neistanum í Hoyvíkshøllini. Hetta var ein beinleiðis dystur um fremsta plássi í grundspælinum, og hin seinasta undansýningin til finalurnar, ið koma at standa millum júst hesi liðini.


Neistin sloppu best frá byrjan í einum jøvnum hálvleiki, tá ið teir móti endanum fingu lagt seg trý mál fram um hoyvíkingar.


Hoyvíkingar royndu seg við sjey móti seks spæli í einum parti av fyrra hálvleiki, men hetta loysti Neistaverjan heilt væl. Tað eydnaðist verjuni at forða fyri flestu royndum, og tá ið farið var til hálvleiks høvdu teir eina leiðslu á 10-13 við sær.


Frá byrjan av seinna hálvleiki tóktust hoyvíkingar omaná, og fingu skjótt javnað til 13-13. Góða gongdin hjá H71 helt fram, og støðan gjørdist 18-15 eftir átta minuttum.


Men Neistamenn ressaðust aftur, og fingu fatur aftur í verjuni, og nú gjørdist dysturin púra javnur aftur.

Hetta orsaka av góðum verju- og málmannsavrikum hjá báðum liðum.


Tá ið eini 40 sekund vóru eftir av dystinum løgdu Neistin seg á odda 23-22.

Hoyvíkingar megnaðu at javna í evstu løtu, og fingu steðgað mótálopinum hjá Neistanum við einum fríkasti í somu løtu sum tíðin rann út.


Rasmus Søby tók sær av hesum fríkasti, og hann gjørdi ikki mætari enn at langa bóltin beinleiðis í kassan, so at úrslitið gjørdist 23-24 sigur til Neistan.


Rasmus var eisini stóri leikarin í dag við sínum 11 málum. Hjá hoyvíkingum gjørdist teirra stórskjútti Peter Krogh toppskjútti við 6 málum.


Úrslitið hevur við sær at Neistin nú hava 33 stig eins og H71, tó eru H71 betri innanhýsis. Men stríðið um fremsta plássið í grundspælinum er enn opið, nú tveir dystir eru eftir at leika.