Raskir samarittar

Samarittar gera eitt sera gott arbeiði á stevnum og festivalum og lætta heilt væl um arbeiðið hjá politinum.
Hetta letur vaktleiðarin á politistøðini í Havn heilsa.
Á ólavsøku hjálptu samarittarnir út við 200 fólkum. Hetta vóru fólk, sum vóru dottin í fylsskapi ella tørvaðu hjálp at koma á føtur aftur.
- Tey taka nógv fólk upp og forða fyri, at full fólk ikki detta á sjógv, sigur vaktleiðarin.