Teir eru raskir rækjumenn, føroyingarnir við Kiliutaq, og restin av manningini. Í summar slógu teir sítt egna met, tá teir eftir bert 11 døgum fyltu skipið við 353 tonsum. Metið, ið teir høvdu áðrenn, var at fylla bátin eftir bert 14 døgum.
Slík brøgd bera sjálvsagt boð um dugnaliga manning, men tá vit práta við menninar umborð, so er tað ikki reyp vit hoyra, men havt verður á lofti, at sera nógv er at fáa og at útgerðin er góð, nevniliga tiltiknu trollemmarnir frá Injektor í Vági.
Tað er mikudagur og fyrrapartur er. Kiliutaq liggur á Vági, har teir taka lemmar inn. Umborð er øll manningin, eisini teir 3 føroyingarnir, ið eru yvirmenn. Klokkan 13 skulu teir avstað aftur og beint á fiskileið í Eysturgrønlandi, eftir at skipið í eina tíð hevur verið til høvuðsumvælingar á skipasmiðju í Danmark. Mest hava teir roynt í Vesturgrønlandi, men nú skal roynast í Eysturgrønlandi.
Tveir vágbingar og ein miðvingur eru við á hesum holdinum. Hinir eru danir og grønlendingar. Á hinum holdinum eru eisini føroyingar yvirmenn. 23 mans eru við Kiliutaq, sum nú hoyrur heima í Nuuk. Men tað var tann tíð, tá skipið hoyrdi til í Vági og kallaðist Ango. Bygt í 1988 fyri einar 120 milliónir. Tá vánaligu tíðirnar komu, keypti Royal Greenland stásiliga skipið fyri einar 60 milliónir.
Petur Kjærbæk, skipari, Vágur, vísur okkum runt og greiður frá, meðan bíðað verður eftir stýrimanninum úr Miðvági, Meinhard Johannesen og 2. stýrimanni, Andre Joensen, Vágur, ið eru ørindir í landi eftir provianti.
Góðar umstøður eru umborð og í stóru hølunum hjá skiparanum greiður Petur frá.
Hann leggur dent á, at nevndu met eru bert at rokna fyri teirra hold, tí júst hvat hitt holdið hevur fiskað, veit hann ikki.
- Vit eru jú bert umborð helvtina av tíðini, sigur Petur, og greiður frá, at teir eru tveir mánaðir umborð og tveir heima.
Lemmarnir
Tað hevur gingið væl hjá øllum bátum í Grønlandi, men rækjuprísurin er enn vánaligur, hóast hann er byrjaður at ganga spakuliga rætta vegin.
- Á sumri eru túrarnir styttri, tí størri rúgva er at fáa. Á vetri tekur ein túrur umleið ein mánað, sigur Petur.
Umborð á Kiliutaq hava teir í eitt ár roynt lemmar frá Injektor í Vági og flestu rækjubátar í Grønlandi nýta teir.
- Teir spíla meira. Talan er um eini 15 % meira spíl. Hetta gevur sjálvsagt møguleika fyri betri fiskiskapi, sigur Petur.
Og hóast lemmarnir eru tiltiknir fyri at vera orkusparandi, so hevur Kiliutaq nýtt tað sama í olju, men tað hevur sína frágreiðing.
- Meira spíl gevur meira mótstøðu. Og so hava vit havt gott fiskarí og tungan bát, so tá alt kemur til alt, so hava vit spart olju.
Áðrenn Kiliutaq fór at nýta føroysku lemmarnar, nýttu teir danskar lemmar. Vanliga halda hesir í eini 7 8 mánaðir, men hóast føroysku lemmarnir hava verið umborð í meira enn eitt ár, so eru teir enn væl nýtiligir.
- Vit eru stak væl nøgdir við lemmarnar, sigur Petur. Hvørt metini í fiskiskapinum koma av dugnaskapi ella útgerðini, verður ikki meira prátað um, tí meðan Petur vísur runt á brúnni, ið er stór og stásilig, so eru Andre og Meinhard komir á umborð og so er klárt til myndatøku, tí nógv er at fáa frá hondini, áðrenn leiðin verður løgd á fiskileið, har rækjurnar bíða og møguliga nýggj met skulu setast.
FAKTA
Navn: Kiliutaq
Heimstaður: Nuuk
Lastar 350 tons
Longd: 64 metrar
Breidd: 13 metrar