Rasisman blómar

Hallur Ellingsgaard
________

Landstýrismaðurin í innlendismálum Jógvan við Keldu hevur nú aftur víst Fólkafloksins sanna andlit. Allir útlendingar skulu av landinum. Hann var bara so óheppin at siga hetta hart síðsta fríggjadag í degi og viku í samband við at eini útlendsk hjún høvdu tikið læraraprógv á Føroya Læraraskúla. Nakrir samgongulimir søgdu seg ikki kunna taka undir við hansara útsagnum. Men tá løgmaður í fjølmiðlinum segði, at hann onki ætlaði at gera við málið, má hetta skiljast, sum at hann er samdur við landstýrismannin um tann førda útlendingapolitikkin, altso allir útlendingar skulu av landinum. Eisini Sambandsflokkurin er samdur í hesum, sigur Kaj Leo Johannesen, floksformaður. Tí hóast landsstýrismaðurin bað hjúnini í Vestmanna um umbering, segði hann samstundis, at hann ikki ætlaði at broyta sín útlendingapolitik, tann politikk, sum Óli Breckmann boðaði frá undir síðsta valstríði. Og longu nú eru fleiri útlendingar, sum noyðast at stinga í sekkin, hóast teir høvdu ætlanir um at verða búgvandi her. Fleiri hava keypt hús, hava arbeiði og tað sum krevst, og hava verið her í fleiri ár uttan trupulleikar við uppihaldsloyvinum, men nú síðan hendan samgongan tók við ber einki til.
Ikki tí eg hevði ikki væntað, at løgmaður fór at gera nakað við málið. Tað eru jú fleiri landsstýrismenn, sum longu skuldu havt fingið durafjórðingin. Brúkti landsstýrismaðurin í vinnumálum ikki pening til eitt radiorør uttan at peningur var tøkur? Pragmatisk loysn segði løgmaður.
Landsstýrismaðurin í almenna og heilsumálum skuldi rokið sama veg fyri handfaringina av pedagogmálinum á Tvøroyri ella, hvussu er við prosjektinum av ellisheiminum í OldurDahlinum í Vági? Realpolitikkur sigur løgmaður.
Og við at góðtaka útlendingapolitikkin hjá Fólkaflokkinum sigur løgmaður óbeinleiðis, at landsstýrismenn kunnu liva og láta sum teimum lystir, bara hann sleppur at sita sum løgmaður.
Men hvat sigur Jóhan Dahl hann reyk upp á nógv minni enn hetta?