Rasisma í Smyrjibreyðsbúðini

Seinnapartin týsdagin bleiv løgreglan boðsend oman í miðbýin í Havn, í Smyrjibreyðsbúðina í Steinatúni.

 

Har var komið til ilnar millum nakrar gestir á matstovuni. Annar teirra, sum sambært vakthavandi á løgreglustøðini var fullur, kallaði ein av gestunum fyri nekara og onnur líknandi orð, sum er brot á nógv umrøddu §266b.

 

Vakthavandi sigur, at teir eru í ferð við at kanna málið og síðani verður tað handað ákæruvaldinum til víðari støðutakan.