Rashford skaddur Dýrt keyptur sigur

Ole Gunnar Solskjær viðgongur at tað var ein feilur at seta Marcus Rashford á vøllin

Manchester United vann seg í gjár víðari í FA-Cup við 1-0 sigri á Wolverhampton í umdysti, eftir at tað endað málleyst í upprunaliga dystinum. Juan Mata skoraði einasta málið í dystinum, tá hann bleiv spældur leysur í seinna hálvleiki.

Tað bleiv tó ein dýrt keyptur sigur, tí Marcus Rashford mátti av vøllinum við skaða. Hann kom inn í seinna hálvleiki og fór av aftur vøllinum eitt korter seinni við pínu í rygginum.

##med2##

- Tað var eitt mistak at seta Marcus Rashford á vøllin. Eg ætlað ikki at gera brúk av honum, men vit høvdu brúk fyri einum sigri, sigur Ole Gunnar Solskjær, venjari hjá Manchester United.

Marcus Rashford, sum hevur verið millum bestu spælararnar hjá Manchetser United, er nú ivasamur til grannauppgerðirnar móti Liverpool um vikuskiftið. Hann hevur havt trupulleikar í rygginum seinastu tíðina, men hevur skorað heili 19 mál í hesum kappingarárinum.