Manchester United hevur boðað frá, at Marcus Rashford hevur fingið ein vøddaskaða og verður ikki tøkur komandi dystirnar. Hetta kemur illa við, tí Marcus Rashford hevur verið helst besti spælarin hjá felagnum í hesum kappingarárinum.
Enski landsliðsspælarin fór av vøllinum í 2-0 sigrinum á Everton um vikuskiftið. Við sínum 28 málum í hesum kappingarárinum hevur Marcus Rashford verið ein lyklaspælari hjá Erik ten Hag og hansara monnum.
Erik ten Hag, venjari, sigur at hann verður úti í nakrar dystir og væntast tøkur fyri kappingarenda. Manchester United skal í annaðkvøld spæla móti Sevilla í fyrru fjórðingsfinaluni í Europa League. Felagið hevur nógvar dystir í løtuni, tí spælt verður í landskappingini, FA Cup og í Europa League.