Mítt Arbeiðslív: Í morgun klokkan 11 er sendingin Mítt Arbeiðslív aftur á skránni á Rás2 og hesaferð verður tað tíðindamaðurin hjá KVF, Jón Brian Hvidtfeldt, sum er gestur.
Hann hevur gjørt sendingarnar um fiskivinnuna saman við Jan Lamhauge og øðrum tíðindafólkum í Kringvarpinum, og í síðstu viku kom hann rættiliga í andglettin, tá ið hann hevði eina tímalanga samrøðu við landsstýrismannin í fiskivinnumálum um júst sama evni.
Í sendingini í dag fara vit at hoyra Jón Brian greiða frá sínum gerandisdegi í KVF, hvat hann hevur tikist við áðrenn, og ikki minst hvussu hann heldur, at føroyskir fjølmiðlar eru fyri í dag.
Tað verður í sendingini Mítt Arbeiðslív á Rás2 eftir tíðindi klokkan 11 í morgun.