Seinnapartin kl. 15.10 sendir Rás2 úr Klaksvík, og í dag verður sent úr Bakarínum hjá Jórun.
Tosað verður við Jórun Mørkøre, sum leiðir Bakarríið og er kend sum ítróttarkvinna. Eisini fær sendingin vitjan av vertunum í Starabúrinum, sum er lokalsending úr Klaksvík. Harafturat verður tosað um nýggjárshald og klænkiskeið.
Rás2 sendir úr Klaksvík frá kl. 15.10 til 16.55. Vertir eru Ragnhild Ellingsgaard og Annika Kunoy Im.