Stórur fótbóltsdagur verður á Rás2 í dag, sunnudagin 21. juni. Frá klokkan 14.15 hava vit upptakt, har Heri Simonsen m.a. fer at tosa við Trygva Mortensen, venjara hjá NSÍ og Páll Guðlaugsson, venjara hjá TB. Tróndur Arge sigur frá ÍF-AB, sum í dag verður í Sarpugerði í Norðragøtu, og Hilmar Jan Hansen sigur frá B36-KÍ, sum verður spældur í Havn. Báðir dystirnir byrja klokkan 15.
Vit hava eisini heimildarmenn til dystirnar EB/Streymur-HB og FC Suðuroy-Víkingur.
Í sendingini "Triði Hálvleikur" tosa vit við Niels Paula Danielsen (EB/Streymur), Heðin Askham (HB), Jón Paula Olsen (FC Suðuroy) og við Sigfríð S. Clementsen (Víkingur). Vit taka eisini samanum umfarið saman við André Olsen.
Øll landsliðsatgongumerki eru útseld, og tí hava vit einki landsliðsatgongumerki at burturluta. Lurtararnir kunnu kortini sum altíð lufta sínar tankar, og senda eina góða viðmerking inn til 559999.