Rás2 sigur frá tveimum dystum í dag

Rás2 sigur frá AB-Víkingi, og frá grannauppgerðini B68-NSÌ

Rás2 spennir aftur bogan við fótbóltsfrásagnum frá effodeildini í dag.


Klokkan 16.50 verður prátað við umboð fyri KÍ-ÍF, og við umboð fyri HB og EB/Streym. Klokkan 17.15 fer Hilmar Jan Hansen at siga frá dystinum á Argjum millum AB og Víking, og klokkan 19 fer Tróndur Arge at siga frá dystinum millum B68 og NSÍ á Svangaskarði á Toftum.

 

Rás2 fylgir eisini gongdini í dystinum millum Skála og B36, sum byrjar klokkan 18.

 

Tað ber til at lurta eftir frásøgnini á hesari leinkjuni: http://www.pressan.fo/index.php?id=101

 

Tað ber sjálvandi eisini til at fylgja gongdini í effodeildini her á in.fo.