Rás2 sigur frá StÍF-Kyndil

Avgerandi dysturin í Coca Cola steypakappingini byrjar klokkan 18

Rás2 sigur aftur frá hondbólti í dag.

 

Tróndur Arge sigur frá avgerandi dystinum í bólki 1 í Coca Cola steypakappingini millum StÍF og Kyndil. H71 hevur fimm stig, og hevur tryggja¨sær pláss í hálvfinaluni. StÍF hevur trý stig, og Kyndil hevur tvey stig. StÍF vinnur seg í hálvfinaluna, um teir vinna ella megna javnleik ímóti Kyndli. Kyndil má vinna fyri at tryggja sær pláss í hálvfinaluni.

 

Dysturin byrjar klokkan 18. Til ber hjá øllum at hoyra dystin á www.midlar.fo og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.

 

Ljóðsamrøður o.a. tilfar kemur út á in.fo seinni í kvøld.