Rás2 sigur frá steypafinalunum í flogbólti

Hilmar Jan Hansen fer at siga frá SÍ-Fleyr (kvinnur) og SÍ-ÍF (menn). Sendingin byrjar klokkan 13.15

Í morgin verður stórur flogbóltsdagur á Rás2.

 

Hilmar Jan Hansen fer at siga frá steypafinalunum hjá kvinnum og monnum. Sendingin byrjar klokkan 13.15.

 

Klokkan 13.30 byrjar finalan millum SÍ og Fleyr, kvinnur, og klokkan 15.30 byrjar finalan millum SÍ og ÍF, menn.

 

Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7. 

 

Ljóðbrot við samrøðum, myndir o.a. kemur út á in.fo, tá dystirnir eru lidnir.