Rás2 sigur frá NSÍ-B36 og HB-KÍ í dag

Rás2 sendir frá fótbólti í fýra tímar í dag. Byrjað verður klokkan 14.15

Stórur fótbóltsdagur verður aftur á Rás2 í dag, hósdagin 14. mai.

 

Vit senda frá klokkan 14.15 til 18.15.

 

Fyrst upptakt: André Olsen metir um dagsins fimm dystir í effodeildini. Bogi Simonsen (B36) og John Andersen (NSÍ) koma ígjøgnum til eitt fjeppararaprát. Hilmar Jan Hansen sigur frá NSÍ-B36, og Tróndur Arge sigur frá HB-KÍ. Heri Simonsen hevur heimildarmenn til TB-FC Suðuroy: Helgi Eidesgaard, ÍF- EB/ Streymur : Ólavur Larsen og Víkingur-AB : Rúni Klein Joensen. Allir dystirnir í effodeildini í dag byrja klokkan 15.

 

Í sendingini "Triði Hálvleikur" fáa vit vitjan av HB og KÍ fjepparum. André Olsen tekur samanum umfarið, sum tá er avgreitt. VIt ringja til ymisk venjara- og spælaraumboð: Sjúrður Jacobsen (ÍF), Jón Krosslá Poulsen (FC Suðuroy), Heðin Stenberg (AB) o.a.

 

Besta smsið, sum kemur inn á 559999 vinnur tvey atgongumerki til EM-undankappingardystin Føroyar-Grikkaland á Tórsvølli, leygarkvøldið 13. juni.