Rás2 sigur frá KÍF-VÍF í kvøld

Grannauppgerðin í bólki 2 byrjar klokkan 20 í kvøld

Í kvøld er aftur hondbóltur á skránni hjá Rás2. 

 

Tróndur Arge fer at siga frá dystinum í bólki 2 í Coca Cola steypakappingini millum KÍF og VÍF í Kollafirði.

 

Undan dystin hevur KÍF trý stig og VÍF tvey stig. Vestmenningar mugu sostatt vinna fyri at tryggja sær pláss í hálvfinaluni. Kollfirðïngar hava nóg mikið við javnleiki. 

 

Sunnudagin tekur Neistin, sum hevur trý stig ímóti Team Klaksvík, sum einki stig hevur. Neistin er favorittur at vinna dystin ímóti Team Klaksvík, sum enn ikki hevur vunnið ein dyst í hesum kappingarárinum.

 

Dysturin millum KÍF og VÍF í høllini í Kollafirði byrjar klokkan 20 í kvøld. Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.

 

Ljóðsamrøður o.a. tilfar kemur út á in.fo í kvøld.