Rás2 sigur frá HB-FC Suðuroy

Dysturin byrjar klokkan 16

Ólavsøkufótbólturin í effodeildina rullar aftur í dag.

 

Rás2 er aftur á staðnum, tá HB tekur ímóti FC Suðuroy. HB má vinna fyri at hanga í hinum oddaliðunum, B36, NSÍ og Vìkingi, og FC Suðuroy kann við einum sigri leggja sjógv til AB og EB/Streym í botninum.

 

Tróndur Arge sigur frá dystinum á Rás2, og Helgi L. Petersen verður viðmerkjari. Sendingin byrjar klokkan 15.55.