Leygarkvøldið verður aftur hondbóltur á skránni á Rás2.
Tróndur Arge fer at siga frá dystinum í bólkaspælinum í Coca Cola steypakappingini millum oddaliðið í FTZ deildini, H71 og StÍF í Hoyvíkshøllini. Týskvøldið vann StÍF ein knúsandi 35-18 sigur á eykaliðnum hjá H71, men so lætt verður neyvan hesaferð. Talan er um ein dyst í bólki 1.
Rás2 fer at fylgja gongdini í einum dysti, sum verður leiktur í bólki 2 í Coca Cola steypakappingini. Hann er millum KÍF og Neistan í Kollafirði. Bæði dysturin í Kollafirði, og dysturin í Hoyvík byrja klokkan 18.
Øll kunnu lurta á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.
Ljóðbrot við samrøðum o.a. tilfar kemur út á in.fo leygarkvøldið.