Rás2 fer at siga frá dystinum í FTZ deildini millum H71 og Kyndil. sum byrjar í Hoyvíkshøllini í kvøld klokkan 18. H71 er suverent oddalið við fullum stigatali. Kyndil er nummar fýra við níggju stigum.
Tað verður Tróndur Arge, sum fer at siga frá dystinum. StÍF og KÍF spæla samstundis, og Rás2 fer at fylgja gongdini í tí dystinum.
Rás2 hoyrist á FM 98,7, FM 95,9 og á FM 88,7. Øll hoyra Rás2 á www.midlar.fo.
Ljóðsamrøður koma út á in.fo í kvøld.









