Rás2 sigur frá báðum Kyndil-VÍF dystunum

Tróndur Arge sigur frá bæði kvinnu og mansdystinum millum Kyndil og VÍF sunnudagin

Sunnudagin klokkan 14.30 byrjar ein stór hondbóltssending á Rás2. 

 

Tá fer Tróndur Arge at siga frá dystinum millum Kyndil og VÍF í hvonndeildini, og klokkan 16 fer Tróndur Arge at siga frá dystinum millum Kyndil og VÍF í FTZ deildini.

 

Bæði í kvinnu og mansdystinum er talan um avgerandi dystir fyri bæði liðini, sum royna at røkka einum FM finaluplássi. Serliga fyri kvinnurnar hjá VÍF, sum eru fimm stig aftanfyri Kyndil hevur tað týdning at vinna fyri at fáa kontakt við oddaliðini Neistan og Kyndil aftur. 

 

Hjá monnunum er Kyndil trý stig aftanfyri VÍF, sum í skrivandi stund liggur á øðrum plássi við 20 stigum. Í sendingini verður eisini fylgt við í gongdini í dystunum VB-Neistin í hvonndeildini, sum byrjar klokkan 15, og KÍF-Neistin í FTZ deildini, sum byrjar klokkan 16.

 

Til ber at lurta á www.hvonn.fo, á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.

 

Ljóðsamrøður o.a. tilfar kemur út á in.fo aftaná dystirnar.