Rás2 sigur frá B36-ÍF

Dysturin byrjar klokkan 18

Í dag, ólavsøkuaftan sigur Rás2 aftur frá fótbólti.

 

Klokkan 18 sigur Tróndur Arge frá effo-dystinum millum B36 og ÍF, har B36 skal royna at endurvinna oddasessin í effodeildini, og ÍF skal royna at fáa gongd á sítt kappingarár.

 

Sendingin byrjar klokkan 17.50. Tað ber eisini til at fylgja B36-ÍF her á in.fo.

 

Seinni í kvøld koma ljóðprát við umboð fyri B36 og ÍF út á in.fo.