Rás2 sigur frá AB-KÍ í kvøld

Í upptaktini verða prát við Jákup á Borg, Atla Gregersen og Dánjal á Lakjuni

Rás2 spennir seg aftur út við fótbóltinum í dag.

 

Klokkan 18 fer Tróndur Arge at siga frá effodeildsdystinum á Argjum millum AB og KÍ.

 

Sendingin byrjar klokkan 17.25, og í upptaktini fara vit at hoyra prát við umboð fyri tey vinnandi liðini ígjár. Prátað verður við Jákup á Borg (B36), Atla Gregersen (Víkingur) og Dánjal á Lakjuni (ÍF).

 

Tað ber sjálvandi eisini til at fylgja gongdini í dystinum millum AB og KÍ á in.fo.