Í dag rundar Norðoya Sparikassi 95 ár, og í tí sambandi sendir Rás2 úr høvuðsdeildini hjá Norðoya Sparikassa í Klaksvík.
Í sendingini verður spurt, hvussu 95 ára gamla føðingardagsbarnið hevur tað, og hvussu útlitini fyri framtíðina eru.
Tosað verður við nevndarformannin, stjóran og søgukønt fólk. Eisini fær Rás2 orðið á starvsfólk í sparikassanum og feløg, sum hava samstarv við Norðoya Sparikassa.
Sendingin kann hoyrast á Rás2 frá kl. 14.00 til 16.00. Ragnhild Ellingsgaard er vertur.