Rás2 sendir úr Klaksvík í dag frá klokkan 14 til 18. Tað eru kendu andlitini og røddirnar, Barbara Holm og Tróndur Arge, sum eru reportarar.
Við In.fo sigur Barbara Holm, at tey í sendingini skifta orð við eitt nú vertir, gestir og fyrireikarar, og kanska verður eisini høvi at fáa orð á onkrar tónleikarar.
- Lurtarar, sum enn ikki hava tendrað fyri Rás2, kunnu gera tað nú og hoyra nógv hugnalig, stuttlig og spontan prát, nú Summar Festivalur er í Klaksvík, sigur Barbara Holm.
Nú veðurgudarnir ikki eru so blíðir, hevur Summar Festivalurin gjørt av at broyta skránna í dag. Orsøkin er, at roknað verður við vindi og nógvum regni í kvøld.
Á In.fo kann lesast um, hvussu fyrireikararnir hava valt at skipa konsertirnar, sum verða nú seinnapartin, í kvøld og í nátt.