Í løtuni sendir Rás2 Bátafestival”radio” í samband við Bátafestivalin, sum er á Toftum í dag.
Veðrið er av tí fagrasta kring alt landið og tí eru umstøðurnar serliga góðar at sigla hjá bátafylginum.
Í løtuni er bátaflotin farin úr Skálafirði og siglir við róligari fer saman við Brimli og fleiri størri bátum eisini.
Í studio á Toftum er tað Heri Simonsen sum er vertur, hann hevur í nógv ár hevur samskipað sendingina av Toftum, saman við Vilmundi Jacobsen, sum er umborð á einum av bátunum sum er á veg úr Skálafirði.
Vilmund fer í sendingini at tosa við fólk umborð á ymiskum bátum á ferðini til bryggjuna á Toftum.
Sendingin hoyrist á hesari leinkjuni: http://www.pressan.fo/index.php?id=101