Ólavsøka er, men heldur ikki tá liggur Rás2 á latu síðuni. Rás2 fer nevniliga eisini í ár at hava drúgvar sendingar frá ólavsøkuni.
Sent verður í dag, í morgin og ólavsøkudag, hvønn dag frá klokkan 14 til 22. Í sendingunum verður nógv ólavsøkuprát av ymsum slagi, forvitnisligir gestir koma á gátt og so veldst eisini um, hvønn tey fanga á vegnum. Men í kvøld verður nógv av prátinum rundan um ólavsøkukonsertina í Tórsgøtu.
Inn ímillum alt hetta her fer Tróndur Arge at siga frá trimum fótbóltsdystum í føroysku landskappingini, sum eru nú rundan um ólavsøkuna.
Í kvøld klokkan 19 sigur hann frá dystinum ímillum AB og EB/Streym, har Sorin Anghel verður viðmerkjari.
Tróndur Arge sigur somuleiðis frá B36-ÍF, ólavsøkuaftan klokkan 18.30 og frá HB-NSÍ ólavsøkudag klokkan 16. Helgi L. Petersen verður viðmerkjari til teir báðar dystirnar, sum verða spældir í Gundadali ólavsøkudagarnar.
Vertir eru Barbara Holm, Mirjam Pætursdóttir, Heri Simonsen og Tróndur Arge.