Klokkan 14 í dag verður 27. og seinasta umfar í effodeildini avgreitt.
Dystirnir eru hesir:
NSÍ-HB (Runavík)
ÍF-B36 (Fuglafjørður)
AB-EB/Streymur (Argir)
TB-Víkingur (Trongisvágur)
KÍ-07 Vestur (Klaksvík)
Einasti veruligi spenningur í kappingini, er kappingin millum B36 og NSÍ um hvør av teimum fer at vinna bronsuheiðursmerki, og harvið sleppa út í Evropa komandi summar.
Tróndur Arge fer at siga frá NSÍ-HB, og fer at senda ljóðið út, tá HB fær FM-steypið handað. Ólavur Larsen verður heimildarfólk til ÍF-B36, sum Rás2 fer at fylgja tætt. Tað verður eisini frætt frá hinum dystunum, tá mál koma.
Rás2 byrjar at senda klokkan 12.30 í dag. Aftaná HB hevur fingið FM-steypið verður sendingin "3. hálvleikur" á skránni, har ringt verður til formenn, forkvinnur o.o. leiðslufólk í feløgunum, sum hava leikt í effodeildini í ár, har tikið verður samanum kappingarárið í ár.