Rás2 flytir nú á sítt egna sendinet. Talan er um netið, har KissFM hevur verið. Hetta netið er útbygt, og verður enn meira útbygt í næstum, so tað verður at kalla landsdekkandi.
Rás2 verður frá í dag av at hoyra á 98,7 í Suðurstreymoy og partar av Eysturoynni og á 88,7 í Norðoyggjum, har sum KISS FM hoyrist í dag.
Á nýggja Rás2 sendinetinum verða framhaldadi tíðindi, fótbóltur og góður KISS tónleikur.
Nýggja sendinetið er gjørt við nýggjastu tøkni, sum tí fer at geva bestu ljóðgóðskuna.
Sum nú er hoyrist nýggja netið í øllum høvuðsstaðarøkinum, í Suðurstreymoy, í Eysturoy og í Klaksvík. Netið verður alsamt útbygt, og málið er, at tað um stutta tíð eisini verður at hoyra í Vágum, Sandoy og Suðuroy.
Somuleiðis verður VoxPop netið, sum sama felag eigur, útbygt munandi.
Tað ber framvegis til hjá øllum at hoyra bæði Rás2 og KissFM á internetinum.