Evi Tausen, sum annars er best kend sum countrysongkvinna, skal verða við sum vertur, tá ið Rás2 næsta vikuskiftið fer at senda frá G! Festivalinum.
Evi Tausen hevur seinastu árini verið nógv frammi sum songkvinna, og hon hevur verið virkin við bæði framførslum og útgávum heima og burturi. Nú skal hon royna eina nýggja uppgávu í miðlaheiminum.
- Eg havi sum songkvinna havt nógv við miðlarnar at gera, og tað fellir mær lætt at verða beinleiðis í í útvarpspráti. Mær dámar eisini væl at møta nýggjum fólki, práta við tey og deila søgur, so tað er ikki so stórt stig at taka at fara undir at gera útvarpssendingar, sigur Evi Tausen.
- Hetta er sjálvandi ein avbjóðing fyri meg, tí tað er nýtt at verður vertur, men eg gleði meg sera nógv til uppgávuna, og við eitt sindur av hjálp frá fólkunum á Rás2, so skal tað nokk fara at ganga væl, sigur hon.