Tað fer ikki aftur við borðinum á Rás2, at tað er tunnilsdagur í dag. Rás2 sendir beinleiðis frá klokkan 14 og fram til klokkan 19. Tað verður sent úr Klaksvík, ar Ragnhild Ellingsgaard er vertur. Hon hevur vitjað á Bakarínum hjá Jóruni, og nú vitjar hon á Hotel Klaksvík. Seinni í dag fer hon at vitja úti í Klaksvíksgarðinum, har tey á fyrsta sinni hava bygt serligan jólabý, og so verður vitjað í Leikalund.
Heri Simonsen situr í útvarpsstovuni í Vágsbotni og krydrar sendingina við góðum jólatónum.