Rás2 burturlutar Signar í Homrum

Ein heilt serligur vinningur stendur upp á spæl á Rás2 í dag

Í sendingini Rás2 Seinnapartur, sum er at hoyra frá kl. 13.00 í dag, burturlutar Rás2 ein heilt serligan vinning.

Tað er nevniliga ein framførsla við einum av best umtóktu føroysku tónleikarunum í løtuni, Signari í Homrum. Signar hevur í nógv ár verið virkin í føroyskum tónleiki, og ikki minst hetta seinasta árið hevur hann verið nógv frammi sum solistur.

Ein heppin lurtari hjá Rás2 vinnur í dag eina privata framførslu við Signari í Homrum, sum eftir nærri avtalu fer út til lurtaran at hava eina konsert fyri honum og teimum, sum lurtarin hevur hug at bjóða í konsert.

Lurta eftir Rás2 Seinnaparti frá kl. 13.00 fyri at hoyra, hvussu tú kanst verða við í lutakastinum um framførsluna við Signari í Homrum.