Rás2 beinleiðis úr Klaksvík í dag

Í tímunum frá klokkan 14 til 16 sendur Rás2 beinleiðis úr Atlantis í Klaksvík.

Í tímunum frá klokkan 14 til 16 sendur Rás2 beinleiðis úr Atlantis í Klaksvík.

Tosað verður millum annað við skúlastjóran Símun Petur Hjelm, um nýggja fólkaskúlan og ítøkiligu broytingarnar, sum framdar verða í næstum. Innskriving til fyrst flokk var í Klaksvík í gjár, og tí fáa vit eisini vitjan av tveimum dreingjum, sum gleða seg til at byrja í skúla. Eisini fáa vit prát við Olivur Joensen á Norðlýsinum, í samband við at 100 ár eru síðani, at Norðlýsið fyrstu ferð kom út. 

Vertir eru Ragnhild Ellingsgaard og Annika Kunoy Im