Rás2 beinleiðis úr Klaksvík

Nú klokkan 15-17 sendur Rás2 við Ragnhild Ellingsgaard og Anniku Kunoy Im aftur beinleiðis úr Klaksvík.

Nú klokkan 15-16 sendur Rás2, við Ragnhild Ellingsgaard og Anniku Kunoy Im, aftur beinleiðis úr Klaksvík. Í dag vitja vit snotilugu kaffistovuna Fríðu á Nólsoyarpállsgøtu í Klaksvík, og har vit fara at práta við ymiskir áhugaverdir gestir. Hans Andrias Jacobsen kemur at spæla tvey løg, og vit fara at hoyra frá Andras Sólstein úr Klaksvíkar Hornorkestri, sum skipar fyri árligu jólakonsertini í Christianskirkjuni sunnukvøldið.  

 

Send eitt SMS til 559999 og fortel okkum okkurt jólaligt, sum er hent tær í dag. Vit trekkja lut millum innkomnu sms boðini, og møguleiki er at vinna tvey atgongumerki til spennandi útgavukonsertina hjá Høgna Lisberg og Ave, sum verður í Spaniastovu í Klaksvík leygarkvøldið 13. desember.

 

Kom framvið Fríðu millum klokkan 15-16 til ein heitan kaffimunn, um tú ert í Klaksvík.

 

Sendingin verður løgd á netið aftana.