Hósdagin 8. november kl. 19.00 hevur Heimaforbundið hjá Frelsunarherinum stóru árligu Árasøluna í Havn.
Nógvir góðir lutir eru at vinna m.a. føroysk krov, gávukort, sodavatn, bundnir lutir og nógv annað gott. Í støðginum verður ókeypis kaffi og køkur at fáa.
Heimaforbundið vónar at nógv fólk koma at stuðla arbeiðnum. Peningurin, sum kemur inn, fer óskerdur til arbeiðið hjá Frelsunarherinum í Havn.










