Rás2 og Staðið í Vestmanna fara nú undir samstarv.
Staðið fer at varpa hondbóltsfrásagnirnar á Rás2 út, og Rás2 fer at senda sendingarnar hjá Staðnum FM sum verða sendar sunnukvøld kl 21.
Sostatt sleppa vestmenningar at hoyra hondbólt sunnukvøld kl 18, og øll tey sum hoyra Rás2 á FM 98,7 MHz, 95,9 MHz, 88,7 MHz og á internetinum, sleppa nú at hoyra sendingarnar á Staðið FM.
Fyrsti dysturin, sum verður at hoyra á Staðnum, verður klassikarin millum VÍF og Kyndil, sum verður leiktur í høllini í Vestmanna sunnukvøldið klokkan 18.