Stjórnin í Dublin hevur gjørt av, at írar skulu á fólkaatkvøðu tann 31. mai at taka støðu til, um Írland skal fara upp í fíggjarsáttmálan hjá evrulondunum. Tað kunngjørdi Eamon Gilmore, forsætisráðharri, í tinginum í dag.
Írska stjórnin tók undir við fíggjarsemjuni, sum tey 24 ES-lond gjørdu fyrr í ár, men at spurningurin skal leggjast fyri fólkið at taka støðu til.
Írland verður eftir øllum at døma tað einasta landið, sum hevur fólkaatkvøðu um fíggjarsemjuna. Í Danmark vóru eisini kreftir, sum vildu hava fólkaatkvøðu, men sambært løgmálaráðnum í Keypmannahavn var tað ikki neyðugt.









