67,1 prosent av teimum írsku veljarunum hava atkvøtt fyri at góðkenna Lissabon-sáttmálan. Írski forsætisráðharrin, Brian Cowen, var sera fegin, tá valnevndin kunngjørdi úrslitið av fólkaatkvøðuni, sum var í gjár. Hann var serliga fegin um, at úrslitið var so greitt.
-Í dag hevur tað írska fólkið sagt sína greiðu hugsan. Hetta er ein góður dagur fyri Írland og ein góður dagur fyri Evropa, segði hann við fjølmiðlarnar.
Nú írar hava sagt ja, eru tað bara Pólland og Kekkia, sum ikki hava staðfest Lissabon-sáttmálan, skrivar DR.










